Spaniumenn eru á veg til hús

Spania hevur verið í EM finaluni fýra tær seinastu ferðirnar, men soleiðis verður tað ikki hesa ferð

Jóannes Hansen
16. januar 2024 kl. 21:40

Tað er øgiligur skelkur sponsku EM leguni. Í fýra teimum seinastu EM kappingunum hevur Spania verið annað finaluliðið. Í kvøld var tað neyðugt hjá Spania at vinna ímóti Eysturríki, um favorittarnir skuldu halda fram í miðumfarinum. Tað eydnaðist ikki at vinna. Úrslitið var 33-33, og tað ber við sær, at Eysturríki fer at halda fram í kappingini.

Saman við Eysturríki heldur Kroatia fram í miðumfarinum, sum verður í Køln.

Í 2016 tapti Spania finaluna ímóti Týsklandi. Í 2018 vann Spania finaluna ímóti Svøríki. Í 2020 vann Spania finaluna ímóti Kroatia, og í 2022 tapti Spania EM finaluna ímóti Svøríki.