Frameftir verða tað tubbaksfyritøkurnar, ið skulu rinda kostnaðin fyri at taka sigarettstubbar upp av vegnum í Spania.
Spanska stjórnin hevur sett í gildi ein umhvørvispakka, sum umframt at seta forboð fyri nýtslu av einnýtisbestikki, vatpinnum og øðrum, eisini áleggur tubbaksfyritøkunum at rinda fyri upptakið av sigarettstubbum, skrivar The Guardian.
Nýggja lóggávan fylgir leiðbeining frá ES, ið millum annað hevur til endamáls at forplikta framleiðarum at standa fyri upptakinum av tí burturkastinum, ið teirra framleiðsla elvir til.
Tubaksfyritøkurnar fáa eisini ábyrgdina av at kunna roykjarar um, at teir ikki skulu dálka við sigarettstubbum, men tað er framvegis óvist, hvussu rindast skal fyri uppruddingina, ella hvussu nógv hetta fer at kosta tubbaksfyritøkunum.
Væntað verður undir øllum umstøðum, at tubbaksfyritøkurnar fara at leggja kostnaðin aftrat prísinum á tubbaksvørunum.