Í uppgerðini um fremsta plássið í bólki B í EM endaspælinum í Týsklandi vann Spania í kvøld 1-0 ímóti Italia. Harvið hevur Spania tryggjað sær pláss í 1/8 finaluni. Í fyrsta umfari vann Spania tryggan og lættan 3-0 sigur ímóti Kroatia, meðan Italia við akkurát vann 2-1 ímóti Albania.
Hóast sigurin bara var 1-0, so var Spania greitt omaná. Leikliga avrikið var so trygt og sannførandi, at Spania nú – saman við týsku vertunum – av álvara verður roknað sum ein av favorittunum.
Fyri trimum árum síðani vann Italia EM finaluna. Í kvøld var tað lítið, sum bendi á, at Italia fer at megna at endurvinna EM heitið. Men tað er so ofta áður komið fyri, at Italia so við og við hevur ment seg og at enda rokkið góðum úrsliti. Italia fer í síðsta umfari í bólkaspælinum at spæla ímót Kroatia, og hóast tað ikki gekk so væl í kvøld, so hevur Italia framvegis møguleika at vinna seg víðari úr bólkaumfarinum.
Spania legði seg á odda tíggju minuttir eftir steðgin. Talan var um innlegg úr vinstru, og dygst undir málinum var italski Ricardo Calafiori so óheppin, at bólturin rakti hann og fór í málið.
Spania var væl meiri á bóltinum, og inntil málið varð skorað, var Italia nógv í verjustøðu. Italia royndi síðani at leggja meiri fyri í álopspartinum, men tað eydaðist ongantíð av álvara at vinna málmøguleikar. Heldur var Spania nærri við at økja um leiðsluna, eitt nú tá ið bólturin eftir langskot brast í tvørtræið.