Tað eydnaðist ikki svium at vinna heiðursmerki í HM kappingini á heimavølli. Fríggjadagin var tað vónbrot fyri sviar, tá ið teir taptu hálvfinaluna ímóti Fraklandi, og í kvøld var tað aftur vónbrót, tá ið tað ikki eydnaðist at vinna bronsudystin ímóti Spania.
Í fyrra hálvleiki sá tað ljóst út, tí Svøríki var frammanfyri við fýra málum, tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki. Tá ið farið varð undir seinna hálvleik var støðan 22 – 18 til Svøríki, men í seinna hálvleiki var Spania greitt omaná, og so endaði tað 39 – 36 til Spania, sum harvið vann seinna hálvleiki við sjey málum. Liðini løgdu ikki so stóran dent á verjuspælið, sum tey áður hava gjørt, og hetta er málríkasti bronsudysturin í HM kappingum yvirhøvur.
Rodrigo Corrales avloysti beinanvegin eftir de Vargas í spanska málinum, og tað vísti seg at vera gott hugskot. Hann mest sum stongdi málið, og tíggju minuttir eftir steðgin var støðan vend frá 22 – 18 til Svøríki og til 26 – 24 til Spania.
Tað kostaði hjá Svøríki, at tað ikki eydnaðist at umseta brotskøst til mál, og at tað ikki eydnaðist at skora, tá ið talan var um heilt upplagdar málmøguleikar úr borðunum.
Svøríki – Spania 36 – 39 (18 – 22)
HM bronsudystur
Svøríki: Hampus Wanne 9, Niclas Ekberg 7, Albin Lagergren 5, Max Darj 4, Jonathan Carlsbogard 3, Felix Claar 3, Oscar Bergendal 3, Eric Johansson 2.
Spania: Andrian Figueras 9, Alex Dujshebaev 7, Angel Fernanddez 5, Joan Canellas 5, Ferran Solé 4, Jorge Maqueda 3, Agutsin Casado 3, Imanol Garcuandia 1, Miguel Migallon 1, Kauldi Odriozola 1.