Longu undan dystinum í Düsseldorf í kvøld var tað greitt, at Spania eigur eitt av liðunum, sum nú fara at fyrireika seg at spæla 1/8 finalu í EM endaspælinum.
Í kvøld var mótstøðuliðið hjá sponsku favorittunum Albania, sum í tveimum teimum fyrstu umførunum hevði eitt stig við sær. Tað vunnu teir úr Albania í 2-2 javnleikinum ímóti Kroatia.
Í kvøld hevði spanski venjarin Luis de la Fuente gjørt av at skifta tíggju spælarar út sammett við undanfarnu ferðirnar.
Kortini eydnaðist tað Spania at vinna. Spania vann 1-0. Málið skoraði Barcelona spælarin Ferran Torres, tá ið 13 minuttir vóru farnir.
Spania hevði tak á tí mesta, og tað var fleiri ferðir tætt við, at leiðslan tvífaldað.
Albanska liðið vísti fínan hugburð, og onkrar ferðir var tað tætt við, at tað eydnaðist at javna. Eitt nú miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið David Raya í spanska málinum stórbjargaði, tá ið Armando Brojas royndi seg.
Spania fer at spæla 1/8 finalu sunnudagin. Enn er ikki greitt, hvørjum tað verður ímóti, men tað er greitt, at spanska liðið verður væl fyri skilt á tann hátt, at allir vera heilt úthvíldir.