Spania sendur gamlar stríðsvognar til Ukraina
Spania verður nú partur av londunum, sum stuðla Ukraina við stríðsvognum
Ragnar Sjúrðarson
26. januar 2023 kl. 18:15
Talan er um Leopard 2 stríðsvognarnar, sum Spania letur Ukraina.
Tað sigur spanski verjumálaráðharrin, Margarita Robles, í dag sambært blaðnum EL Pais.
- Vit fara at hyggja eftir hvørjir kunna brúkast, so vit kunna leggja eina ætlan fyri sendingini, sigur hon.
Spania er eitt av teimum londunum, sum hevur flestar av teimum týsktframleiddu stríðsvognunum – tilsamans 347, sambært EL Pais.
Sambært verjumálaráðharranum er talan um eina røð av stríðsvognum, sum ikki hava verið í nýtslu leingi – hvørki í venjing ella dysti.
Hon vil ikki siga nágreiniliga hvussu nógvar Leopard 2 stríðsvognar Spania fer at lata.