Í kvøld fer Spania at spæla EM finalu í fótbólti ímóti Onglandi. Tann finalan verður á olympiska leikvøllinum í Berlin.
Longu nú hevur Spania tryggjað sær fyrstu gullkrónuna í dag. Tað var í Wimbledon tenniskappingini í London, har tað annars snýr seg ógvuliga nógv um fótbólt í dag.
Finalan millum Carlos Alcaraz úr Spania og Novak Djokovic úr Serbia endaði við 3-0 sigri til spaniumannin. Tvey tey fyrstu settini vann hann sera sannførandi. Spælið hjá honum var á so høgum støði, sum tað sjáldan er sætt áður, og hann vann 6-2 og 6-2.
Í triðja setti hevði hann tríggjar dystarbóltar, tá ið støðan var 5-4, men Novak Djokovic, sum var í síni tíggjundu finalu í Wimbledon, gav ikki upp. Hann bardi seg upp frá 0-40 og javnaði til 5-5, og tá ið støðan var 6-6 var neyðugt við javnbrótara, sum Carlos Alcaraz vann.
21 ára gamli Carlos Alcaraz vann eisini finaluna í fjør, og tá var tað eisini ímóti Novak Djokovic. Ta ferðina var úrslitið 3-2.
-Síðani eg var 11 ár havi eg droymt um at vinna hesa kappingina, sum eg haldi er tann størsta í heiminum, og nú havi eg vunnið hana tvær ferðir. Tá ið Djokovic reisti seg og vann, eftir at eg var frammanfyri 40-0, ráddi tað um at vera púra kaldur, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist at vinna, sigur fegni Carlos Alcaraz í samrøðu á kendasta tennisvøllinum í heiminum.
Og hvar fert tú at hyggja eftir finaluni í kvøld?
-Nú havi eg gjørt mítt, og so fáa vit at síggja, um Spania í kvøld fer at vinna EM finaluna í fótbólti. Og so má eg leggja aftrat, at eg havi stóra virðing fyri Djokovic, sum er 37 ára gamal, og sum er so væl fyri og framvegis spælir so væl, segði 21 ára gamli spanski Wimbledon vinnarin, áðrenn hann takkaði familjuni og øllum hinum, sum hava verið um hann hesar vikurnar í London.
Novak Djokovic hevur vunnið Wimbledon sjey ferðir. Tá ið hann fyrst í juni varð skurðviðgjørdur í knænum, varð tað ivasamt, um hann fór at verða førur fyri at luttaka í London. Tað gjørdi hann, og eftir finaluna segði hann seg ætla at halda fram við at spæla tennis á hægsta stigi.