Spania, ið er ein av favorittunum at blíva evropameistari í summar, tekur í kvøld ímóti mikro-fótbóltstjóðini Georgia, sum ímóti øllum væntanum, spældi seg víðari úr bólkaspælinum.
Øvut øðrum favorittum til ársins EM-endaspæl, sum eitt nú Frakland og Ongland, hevur ongin kunna sett ein fingur á endaspælið hjá spaniólum inntil víðari.
Spania hevur vunnið allar dystirnar í bólkinum, harav evropameistarunum úr Italia og kroatisku bronsuvinnarunum til HM í 2022 og silvurvinnarunum til HM 2018, uttan at lata eitt mál inn.
Georgia er við til eitt endaspæl fyri fyrstu ferð, sum var ein stórsigur í sær sjálvum, men ímóti øllum væntanum kom liðið, við einum sigri á Portugal og einum javnleiki ímóti Kekkia, víðari úr bólki F, sum ein av bestu trý`arunum.
Georgia liggur nummar 74 á styrkislistanum hjá FIFA yvir heimsins lond. Spania liggur nummar átta.