Spania er í finaluni í Nations League

Joselu avgjørdi dystin fyri Spania við máli sínum tveir minuttir fyri leiklok

Ragnar Sjúrðarson
16. juni 2023 kl. 13:10

Spanska fótbóltslandsliðið er til reiðar til Nations League finaluna í Hollandi eftir ein 2-1 sigur á Italia í gjárskvøldi.

Yeremy Pino byrjaði ballið longu í triðja minutti, áðrenn Ciro Immobile javnaði til 1-1 við brotssparkið bert átta minuttir seinni.

Í seinna hálvleiki sá tað leingi út til at liðini máttu til umdyst, men so eydnaðist tað hjá spaniólum at avgera dystin. Eitt misseydnað skot uttalaga í brotssparksteiginum endaði við at Joselu fekk bóltin, har áleyparin síðani kundi tryggja spaniólum sigurin í 88´inda minutti.

Í finaluni bíðar Kroatia, sum mikudagin vann 4-2 eftir longda leiktíð móti vertunum úr Hollandi.

Vinnarin av kappingini verður funnin sunnudagin, tá finalan verður leikt á De Kuip í Rotterdam klokkan 19:45.