Tað gekk heldur ikki hesaferð hjá Onglandi. Spania vann í kvøld EM finaluna í fótbólti 2-1 ímóti Onglandi á olympiska leikvøllinum í Berlin.
Hetta er fjórða ferðin, at Spania hevur vunnið EM, og so ofta hevur eingin annar vunnið EM.
Í Onglandi er vónbrotið øgiligt. Ongland tapti fyri trimum árum síðani EM finaluna í brotssparkskapping á heimavølli ímóti Italia.
Í Onglandi hava tey vónað og bíðað eftir, at tað fór at eydnast at vinna stóra finalu. Tað er ikki eydnast síðani í 1966, tá ið Ongland vann HM finalu 4-2 á heimavølli ímóti Vesturtýsklandi.
Nú vera tað í hvussu so er 60 ár frá HM finaluni í 1966 og til, at Ongland aftur fer at hava møguleika at vinna stóra finalu. Um tvey ár verður HM endaspælið í Meksiko, Kanada og USA.
Spania vann EM finaluna í 1964, í 2008 og 2012 og so aftur í kvøld. At Real Madrid fyri stuttum vann finaluna í Champions League, og at Spania í kvøld vann EM finaluna er staðfesting av, at Spania eigur bestu fótbóltsliðini í Europa.
Hjá landsliðnum sær tað gott út, tí liðið í kvøld var mannað við góðari blanding av royndum og meiri tilkomnum spælarum og ungum og skjótum spælarum. Felags fyri teir allar er, at teir eru bóltsnillingar við stórum fótbóltsskili, og at teir eiga vinnaramentalitet, sum eingin annar í løtuni hevur.
Henda síðsta mánaðin hevur Spania átt besta liðið í EM kappingini, og aftur í kvøld var eingin ivi um, at Spania var greitt omaná. Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst, men tá hevði Spania verið mest á bóltinum, og Spania vann seg til átta horna, meðan Ongland vann seg til eitt hornaspark í fyrra hálvleiki.
Luturin hjá Onglandi var í fyrra hálvleiki fyri tað mesta at vera í verjustøðu og at renna aftaná hugflogsríku og lættbeintu spaniumonnunum og í einstøkum førum at vinna seg fram ímóti spanska brotsteiginum.
Beinanvegin eftir steðgin legði Spania seg á odda 1-0, og so sá tað heilt svart út hjá Onglandi. Eftir álop í høgru og innlegg var tað Nico Williams, sum aftanfyri handara stólpa setti bóltin flatt í málið.
Onglendingar vístu framúr góðan hugburð, og tá ið teir í 73. minutti javnaðu til 1-1, kendist tað sum um, at alt aftur var opið, og eina løtu hevði Ongland momentum. Málskjútti var innskifti Cole Palmer, sum við fínum langskoti eitt vet úr høgru setti bóltin dygst úti við handaru stólparót.
Men spaniumenn fótaðu sær skjótt aftur. Teir spældu seg til fleiri møguleikar. Jordan Pickford var ein brandur í eingilska málinum, og í øðrum støðum var tað um reppið, at spaniumenn royndu seg ímóti málinum. Verjan hjá Onglandi ofraði seg og blokeraði, men tá ið tað vóru tríggir minuttir eftir, gekk tað ikki meir. Eftir framúr framlegging úr vinstru var tað Mikel Oyarzabal, sum rann fram og stýrdi bóltin í málið, og so var ballið enn einaferð buðið hjá sera vónbrotnu eingilsktmonnunum, sum staðfestu, at í kvøld var Spania rætti vinnarin.
Spania – England 2-1 (0-0)
EM finala
Sunnudagin 14. juli 2024 kl. 20.00 á olympiska leikvøllinum í Berlin
1-0: Nico Williams 47.
1-1: Cole Palmer 73.
2-1: Mikel Oyarzabal 87.
Dómarabólkur úr Fraklandi: François Letexier, Cyril Mugnier og Mehdi Rahmouni og Szymon Marciniak (4. dómari úr Póllandi)
Spania (4-3-3) Unai Simón – Dani Carvajal, Robin Le Normand (Nacho 83), Aymeric Laporte, Marc Cucurella – Rodri (Martín Zubimendi 46), Dani Olmo, Fabián Ruiz – Lamine Yamal (Mikel Merino 89), Álvaro Morata (Mikel Oyarzabal 67), Nico Williams
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: David Raya, Álex Remiro, Dani Vivian, Joselu, Ferran Torres, Álex Grimaldo, Álex Baena, Jesús Navas, Fermín López
England (3-4-3) Jordan Pickford – Kyle Walker, John Stones, Marc Guéhi – Bukayo Saka, Kobbie Mainoo (Cole Palmer 70), Declan Rice, Luke Shaw – Phil Foden (Ivan Toney 89), Harry Kane (Ollie Watkins 61), Jude Bellingham
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Aaron Ramsdale, Dean Henderson, Trent Alexander-Arnold, Kieran Trippier, Ezri Konsa, Lewis Dunk, Conor Gallagher, Anthony Gordon, Jarrod Bowen, Eberechi Eze, Joe Gomez, Adam Wharton.