Sambært stóra spanska tíðindamiðlinum, El Pais, fer tann spanska stjórnin at samtykkja eina nýggja fosturtøkulóg. Nýggja lógin ber við sær, at gentur yvir 16 ár kunnu fáa eina fosturtøku uttan samtykki frá foreldrum sínum.
Nýggja lógin, sum væntandi verður samtykt næsta týsdag, er partur av einari politiskari endurskoðan av heilsuni hjá kvinnum í Spania. Sostatt er lógin bara ein av fleiri.
Verður lógin týsdagin samtykt, so verður tað eisini møguligt hjá kvinnum at hava tríggjar sjúkradagar um mánaðin, orsakað av mánasjúku. Teir tríggir sjúkradagarnar kunnu, um neyðugt, leingjast til fimm sjúkradagar um mánaðin. Kvinnurnar fáa løn hóast tær taka sær frí á mánasjúku sjúkradøgunum.
Kvinnur, sum fáa fosturtøku, fara eisini at hava møguleikan at hava tríggjar sjúkradagar um mánaðin, sum eisini kunnu leingjast til fimm, eftir eina fosturtøku.