Spæla fyrra dystin úti og tann seinna heima

Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla fyrru fjórðinsgfinaluna í EHF-Cup kappingini á útivølli móti ukrainska felagnum HC Galychanka Lviv

Jákup Bogi Joensen
26. januar 2022 kl. 10:00

Samráðingarnar um at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum góvu einki úrslit, tí ukrainska felagið tvíheldur um rættin at spæla annan dystin heima.

Tað váttar Anna Dam, forkvinna í H71.

Seinna fjórðingsfinalan verður í Føroyum.

Dysturin á útivølli verður sunnudagin 13. februar, og heimadysturin verður sunnudagin vikuna eftir, tann 20. februar klokkan 20.00 í høllini á Hálsi.

Støðan í Ukraina er spent í løtuni. Danska uttanríkisráðið hevur dagført sínar ferðavegleiðingar og mælir frá øllum óneyðugum ferðum til partar av Ukraina í løtuni.

Evropeiska Hondbóltssambandið, EHF, fylgir neyvt gongdini og metir í løtuni, at tað er ráðiligt at spæla dystin millum HC Galychanka Lviv og H71.

Grundgevingin er, at býurin Lviv liggur so langt frá markinum, har støðan er spent.

Hoyvíkingar vera tó ikki longri enn neyðugt í landinum. Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin 11. februar. Flogið verður til Italia, har gist verður, áðrenn farið verður víðari til Ukraina leygardag.

Dysturin verður spældur sunnudag klokkan tvey lokala tíð, og ferðalagið flýgur aftur til Føroya beint eftir dystin sunnudag.

Hoyvíkingar hava góðar vónir til fjórðingsfinalurnar. Men alt bendir á, at ukrainska liðið er munandi sterkari enn tey liðini, sum H71 higartil hevur spæl ímóti og varpað úr kappingini, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.