Mynd: Eysturkommuna
Spakin settur í til verkætlanina Eyðabø
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, og Dávid Jacobsen, nevndarformaður í P/F Varðin, loystu flagið
Fríðmundur Nattestad
20. juni 2024 kl. 10:18
Í gjár var spakin settur í til verkætlanina Eyðabø. Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, og Dávid Jacobsen, nevndarformaður í P/F Varðin loystu flagið.
Hetta skrivar Eysturkommuna á Facebook.
Verkætlanin P/F Eyðabø fevnir um 34 íbúðir, sum koma at liggja upp at eldrasambýlinum Gøtubrá. Byggifyritøkan P/F Búsetur er arbeiðstakari til verkætlanina, sum P/F Varðin stendur fyri. Sp/f Henning Larsen arkitektar hava teknað. Arbeiðið fer eftir ætlan at vera liðugt í 2026.
Mynd: Eysturkommuna
Mynd: Eysturkommuna