Spakin settur í til íbúðarverkætlan í Leirvík

Talan er um íbúðarøkið í nýggjasta partinum av útstykkingini í Fløtugerði í Leirvík

Myndir: Eysturkommuna
Eysturkommuna
23. juli 2024 kl. 22:36

Mánadagin, 22 juli, var spakin settur í til íbúðarverkætlanina hjá Sp/f Mai 24, har byggjast skulu íbúðir í einari og tveimum hæddum.

Talan er um íbúðarøkið í nýggjasta partinum av útstykkingini í Fløtugerði í Leirvík.

Arbeiðið at projektera og fáa til vega byggiloyvi hevur gingið væl, og nú spakin er settur í, verður farið undir at grava og gera byggibúgvið alt fyri eitt. Eftir ætlan fer arbeiðið at taka umleið 2 ár.

Tað er fyritøkan Sp/f Mai 24, ið eigur verkætlanina og kemur at standa fyri allari bygging. Hetta ímeðan kommunan leingir um vegin við umleið 50-70 metrum, fyri at betra um atkomu møguleikarnir.

Tað vóru umboð fyri Sp/f Mai 24, sum umframt borgarstjóran og formannin í Byggi og Býarskipanarnevndini í Eysturkommunu, ið vóru við til at seta spakan í.