Men eitt er, sum kundi skapt meira hugna og trivnað kring allar býlingar og bygdir í kommununi. Talan er sjálvandi um spælipláss, sum alt ov ofta ongan góðan eiga. Hetta mugu vit gera betur og vil eg virka fyri, at støðið á øllum kommunalum spæliplássum skal vera eins høgt, sum spæliplássið í Grasagarið er – og so er tað sjálvandi púra líkamikið, um spæliplássið er í Kollafirði, Velbastað, á Argjum ella í Hoyvík – góðskan skal vera í hásæti.
Lat okkum tí heldur broyta orðingina í sanginum, til “Havnin er ein hugnalig bygd”. Tá kunnu børn og barnafamiljur trívast enn betur enn í dag.
Um hetta skal vera gjørligt, er neyðugt við einum sterkum Fólkaflokki í Tórshavnar kommunu.
Vel lista A
Vel Annfinn Hjelm