Spæliliðini fingið prógv

Á middegi í dag savnaðust spæliliðini á skúlum í Tórshavnar Kommunu aftur. Tað eru eldri næmingar í 6/7 flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter.

Terji Nielsen
23. mai 2024 kl. 22:04

Heðin Mortensen, borgarsjtóri, greiddi frá, at teir eldru næmingarnir hava fyrst í skúlaárinum lært, hvussu tú kann samskifta við yngri næmingar, hvussu tú kann bera teg at soleiðis, at teir yngru næmingarnir lurta og geva tí gætur, sum tú greiðir frá, t.d. í sambandi við eitt spæl, ið tú setir í gongd.

Haraftrat hava teir fingið hugskot til og lært ymisk spøl, sum hóska væl til aldursbólkin í grunddeildini og stuðla undir samanhald í fríløtunum.

- Starvsfólk í skúlunum siga, at tað er stuttligt at síggja, hvussu væl tit duga at skipa fyri og fáa øll við. Tit taka veruliga ábyrgd og standa á odda fyri virkseminum ávís fríkorter hjá yngri næmingum.

- Í grundini er talan um sjálvboðið arbeiði, og tað er gott fyri eitt samfelag, bý ella eina bygd, at borgarar – í hesum føri tit næmingar - vilja átaka sær ymsar uppgávur, ið eru til gagns fyri onnur.

- Endamálið við Spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum, segði borgarstjórin millum annað.