Spæliklæðini fóru til Kenya

B36, ÍA og 07 Vestur hava glett børn í Nakuru í Kenya

Myndir: B36
Bóltfelagið B36
3. februar 2024 kl. 15:00

Í vikuni fingu hesi fittu børnini í Nakuru í Kenya spælaraklæðir frá B36 og hondbóltsfelagnum ÍA, umframt fótbóltar frá 07 Vestur.

- Tey vóru so glað, tí nú kundu tey loksins spæla í eins spælitroyggjum aftur, sigur Sólgerð Joensen, sum saman við Heidi Mariu Akselsen og Anitu Hansen er farin í starvslæru í Nakuru í sjey vikur, nakað uttanfyri høvuðsstaðin Nairobi.

Børnini spæla serliga fótbólt og rugby

Herfyri vóru gomlu spælaraklæðini koyrd burtur, tí tey vóru so illa slitin, so hesar gávurnar komu væl við.

- Tað var bæði stuttligt og rørandi at síggja, hvussu takksom tey vóru, tí tey hava vanliga trupult við at fáa fatur í spælaraklæðum, bóltum og øðrum, sigur hon.

B36 takkar teimum trimum fyri hjálpina og ynskir teimum eina góða ferð.