Oddagrein: Spælið við opnum kortum

- Vit siga, at vit hava álit á tykkum, men tað hava vit í grundini ikki allíkavæl. Hetta er fatanin, sum nógv okkara hava av politisku boðskapunum, sum koma úr Tinganesi í samband við tað sum hendir í Føroyum, nú koronan leikar.

Sveinur Tróndarson
19. juni 2020 kl. 10:28

- Vit siga, at vit hava álit á tykkum, men tað hava vit í grundini ikki allíkavæl.

Hetta er fatanin, sum nógv okkara hava av politisku boðskapunum, sum koma úr Tinganesi í samband við tað sum hendir í Føroyum, nú koronan leikar.

Tann eina dagin skeldar løgmaður og finast at føroyingum fyri ikki at lurta eftir teimum “boðum, sum hann og landsstýrið mæla til, at vit fylgja”, tann næsta dagin er hann so øgiliga vinarligur og takkar bæði í eyst og í vest fyri, at vit lurta so væl eftir.

Tað virkar sum eitt sindur “good cop, bad cop”, men tað virkar illa, tí tað eigur ikki at koma úr einum og sama munni.

Tá gerst heldur talan um signalforvirring, tí hvat er tað í grundini, sum maðurin meinar við. Skikka vit okkum væl, ella skikka vit okkum illa.

Hyggja vit eftir, hvussu føroyska samfelagið sum heild hevur reagerað undir korona-tiltøkunum, so kunnu vit ikki siga annað enn, at vit hava lurtað óalmindiliga væl.

Fólk hava hildið sosiala frástøðu, tá tey skuldu, og nógvar fyritøkur gjørdu av at stongja, tá løgmaður heitti á tey, um at gera tað.

Taka vit hetta seinasta, so hevði tað við sær, at nógv smærri vinnurekandi tóku á seg stórar fíggjarligar byrðar, tá løgmaður “heitti” á tey um at stongja, og tað sum vit hava sæð síðani er, at hesi ikki hava fingið annað enn eina tøkk fyri at taka hesa byrðu á seg.

Løgmaður hevur rætt í, at føroyingar eiga stóra tøkk og stórt herðaklapp fyri, at tað eydnaðist so væl at basa smittuni í landinum. Tað gjørdi tað, tí fólk lurtaðu eftir boðunum og hildu seg heima. Frá arbeiðslívinum, frá familjulívinum, frá frítíðarvirksemi og frá býarlívinum. Við tí úrsliti, at vit longu heilt tíðliga komu í ta støðu, at vit onga smittu høvdu í landinum.

Tá var løgmaður glaður, tí fólk høvdu lurtað.

Málið at leggja smittukurvina flata, so tamarhald var á støðuni allatíðina, og tað eydnaðist má sigast.

Nú standa vit so undrandi og spyrja, var tað nú ikki ætlanin allíkavæl?

Tað er tað nógv sum bendir á. Tí nú vil løgmaður hava heimild til at kunna stongja barrir og skeinkistøð, samstundis sum hann letur samferðsluna við útheimin uppaftur, uttan at kanna tey, sum koma inn.

Tað er einki at siga til, at tað undrar fólk, tí tað er ikki í tráð við tað, sum læknar mæla til.

Tað, sum vit kundu hugsað okkum at fingið at vita, var, hvat tað í grundini er, sum løgmaður ætlar, og hvat er tað fyri tilfar, sum hann byggir sínar avgerðir á. Tá hann hevur kravt av føroyingum, at vit skulu lurta, so hevði verið passandi hjá okkum at fingið at vita, hvørjum tað er, sum vit í grundini lurta eftir.

ST