Ongi úrslit

Spælararnir fara at liva upp til umstøðurnar

Í HSF rokna tey við, at føroyska avrikið fer at vera á sama stigi, sum umstøðurnar nú eru

Jonhard Hammer
12. mars 2025 kl. 18:51

Høllin við Tjarnir er farin at fyllast, og nú eru bara 10 minuttir, inntil fyrsta bríksl verður í fyrsta týdningarmikla hondbóltsdystinum í nýggju høllini.

Stórur partur av áskoðarunum eru møttir í góðari tíð, og tað er góður rómur í høllini.

Hondbóltssambandið hevur lagt stóra orku í fyrireikingarnar, og tað sær út til, at alt er gingið upp í hægri eind.

-Vit fegnast um nýggju umstøðurnar, og vit fegnast um, at undirtøkan millum áskoðararnar er so stór. Hetta er nýtt fyri landsliðið, sum ikki áður hevur spælt í nýggju høllini. Í høllini á Hálsi hevur tað seinastu árini gingið so væl, og vit hava vunnið dystirnar. Í kvøld er mótstøðuliðið sera væl fyri, men vit rokna við og vóna, at føroyska liðið fer at lyfta sítt avrik á sama hátt, sum at umstøðurnar og talið á áskoðarum er so nógv betur og størri, enn tað nakrantíð hevur verið, sigur Andrass Thomsen frá Hondbóltssambandinum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

10 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

5 tímar síðan

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

14 tímar síðan

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

Í gjár kl. 08:36