Felags fyri spælararnar á fótbóltslandsliðnum er, at teir kenna støðuna vera tunga, eftir at teir í kvøld mistu ein mann og taptu 2-0 ímóti Pólland. Tað verður neyðugt at grava nógv og djúpt, nú roynt verður at flyta fokus á uppgávuna í Prag sunnudagin. Kekkia tapti í kvøld 3-0 á útivølli ímóti Albania.
Tað var lítið hugaligt á Tórsvølli í kvøld. Illsligt veður og nógv regn. Eitt mál ímóti beinanvegin, reytt kort beinanvegin eftir steðgin og 2-0. Fleiri enn 3000 áskoðarar vóru á Tórsvølli, og tey í Skansanum vóru ófør. Men heildarfatanin eftir síðsta heimadystin í hesi EM undankappingini er vónbrot millum áskoðarar og eisini spælararnar.
Tað vóru harmir, tungir og vónbrotnir spælarar, sum eftir 2-0 tapið royndu at seta orð á tað, sum teir høvdu verið við til.
Gunnar Vatnhamar fer um koll, og føroyingarnir hildu, at talan var um brotsspark, men niðurlendski dómarin tagdi
Hørður H. Askham er øgiliga vónbrotin:
-Eg kenni tað sum um, at eg sveik liðfelagarnar, tá ið dómarin vísti mær reyða kortið. Teir høvdu beinanvegin eftir steðgin góða kombinatión, og tá ið bólturin snilt varð stungin fram millum Odmar og meg, so royndi eg at røkka bóltin. Tað eydnaðist ikki, men eg helt tað vera øgiliga hart, tá ið hann vísti mær reyða kortið. Nú verður tað aftur til AB í Gladsaxe hjá mær, meðan teir fara til Kekkia, staðfestir Hørður H. Askham í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig í FM1.
-Tað er torført at seta á, tí hetta var øgiligt vónbrot. Vit roknaðu við meiri enn hesum. At vit beinanvegin eftir steðgin fingu reytt drap dystin fyri okkum, sigur Jóannes Bjartalíð.
Tá var tað meiri hugaligt hjá honum at tosa um avrikini í Europa hjá KÍ, sum Jóannes Bjartalíð inntil síðsta kappingarár umboðaði.
-Eg havi sæð allar dystirnar hjá KÍ, og tað eru framúr avrik, sum mínir gomlu liðfelagar hava megnað. At teir megnaðu málleysan javnleik ímóti Lille sigur alt, sigur Jóannes Bjartalíð.
-Nú mugu vit sodna hetta, sum gekk fyri seg í kvøld. Beinini eru tung, og tað ræður um at hvíla tey. Tað kennist tungt, tí vit mynda ov fáar møguleikar, og vit hava ilt við at fáa tað at koppa okkum til fyrimunar. Onkuntíð hevur tað eydnast, tá ið tað hevur sæð svartast út, og vit mugu vóna, at soleiðis verður tað sunnudagin, sigur Sølvi Vatnhamar.
Håkan Ericson landsliðsvenjari roynir at síggja tað ljósa:
-Í fyrra hálvleiki vóru vit fremri, enn vit vóru í Póllandi. Vit royndu at pressa frammarlaga, men vit megnaðu ikki at vinna okkum til møguleikar. At teir skoraðu beinanvegin eftir innkast eigur ikki at koma fyri, og so eigur tað ikki at koma fyri, at teir beinanvegin eftir steðgin vunnu stóran møguleika, og vit fingu reytt kort ímóti okkum. Vit ætlaðu meiri á heimavølli enn á útivølli. Men tá ið vit mistu Hørð, og teir øktu til 2-0, so ráddi tað um at binda um, sigur Håkan Ericson í samrøðu vit FM1.
Skansin stuðlaði alla tíðina, og tá ið tað leið fram ímóti dystarenda hoyrdist tjóðsangurin.
Føroyar – Pólland 0-2 (0-1)
0-1: Sebastian Szymanski 4.
0-2: Adam Buksa 65.
Dómarabólkur úr Niðurlondum: Allard Lindhout, Rogier Honig, Patrick Inia og Jannick Van Der Laan (4. dómari)
3220 áskoðarar
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Gunnar Vatnhamar – Jóannes Bjartalíð (Andrass Johansen, 75.), Brandur H. Olsen (Ári Mohr Jónsson, 76.), Jákup B. Andreasen (Jóannes K. Danielsen, 82.), Sølvi Vatnhamar (Stefan Radosavljevic, 90.) – Jóan Símun Edmundsson (Pætur J. Petersen, 76.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Bartal Wardum, Sonni Ragnar Nattestad, Andrias Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Gult kort: Ári Mohr Jónsson og Odmar Færø
Reytt kort: Hørður H. Askham 49. (beinleiðis reytt)
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze