Spæl Føroyskt vikan í nýggjum hami

Spæl Føroyskt vikan verður aftur á skránni tann 6.-12. mars, men hesa ferðina í nýggjum hami. Tað verður bæði ein vika, har KvF fer at spæla føroyskan tónleik burturav og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki kring alt landið

Redaktiónin
7. februar 2023 kl. 13:11

Spæl Føroyskt vikan verður aftur á skránni tann 6.-12. mars, men hesa ferðina í nýggjum hami. Tað verður bæði ein vika, har KVF fer at spæla føroyskan tónleik burturav og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki kring alt landið, og enntá á føroyskum sendistovum úti í heimi.

- Við Spæl Føroyskt vikuni, seta vit føroyskan tónleik á breddan og eggja spælistøðum, stovnum, fyritøkum og privatpersónum at mynda vikuna, júst sum teimum lystir. Tað kann vera ein framførsla í eini frisørsalong, ein barnagarður, sum framførir á einum ellisheimi ella felagssangur í eini hugnaligari stovu. Tað er bert hugflogið, sum setur mørk, sigur Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya, í tíðindaskrivi.

Men hví hava eina Spæl Føroyskt viku?
- Við Spæl Føroyskt vikuni vilja vit virka fyri einum livandi tónleikalívi, sum styrkir bond og skapar savningarmegi innan føroyskan tónleik. Tá vit siga føroyskan tónleik, meina vit við allan tónleik, sum er framførdur ella framleiddur av føroyingum, alt frá Kingo sálmi, til tungmetal, rapp og føroyskan dans. Hetta er veruliga ein vika, ið heiðrar føroyskum tónleiki í breiðastu merking, sigur Dánjal.

Hann vísir á, at við at hava eina viku, har føroyskur tónleikur verður spældur burturav, er við til at stimbra føroyska tónleikaarvin og málið.

Hæddarpunktið í Spæl Føroyskt vikuni er FMA (Faroese Music Awards), sum verður í Norðurlandahúsinum 11. mars og sent beinleiðis í KvF, her føroyskur tónleikur verður fagnaður og heiðraður.

Ymisk tónleikatiltøk verða eisini kring landið, og kunngjørt verður um hesi Facebook- og Instagram-síðuni hjá Spæl Føroyskt vikuni so lýðandi.

- Um onkur vil skipa fyri onkrum og soleiðis gerast partur av Spæl Føroyskt skránni, so er bert at seta seg í samband við okkum á booking@musikk.fo, so varpa Tónleikasambandið og KvF ljós á tykkara tiltak, greiður Dánjal frá og leggur afturat:

- Vit gleða okkum til eina heila viku við góðum føroyskum tónleiki, og vónandi fara føroyingar at taka væl ímóti Spæl Føroyskt vikuni og soleiðis lata tónleikin savna alla tjóðina.

Tað er Tónleikasamband Føroya og KvF, sum samstarva um Spæl Føroyskt.