Jan Højgaard, formaður skrivar
Tíðliga týsmorgunin sendi Kambur út neyðarkall og sakk fáar tímar seinri. 14 mans blivu bjargaðir, men tíverri eru tveir saknaðir.
Tað eru tveir av okkara limum, sum ikki eru komnir afturíaftur, og okkara tankar leita til teirra næstu, sum við stórari sorg sita og bíða við einari lítlari vón.
Vit vóna saman við teimum, men sum tímar og dagar renna, so minkar lítla vónin, og sorgin tekur meira yvir.
Okkara tankar eru eisini hjá teimum, sum blivu bjargaðir. Teir hava verið úti fyri einari sera óhugnaligari hending, og teir sálarligu løstir, teir hava fingið, fara at ávirka teir allar dagar.
Góðu tit øll – manning á Kambi, reiðarí og avvarðandi: okkara tankar eru hjá tykkum í hesi sváru tíð.
Vegna Føroya Fiskimannafelag
Jan Højgaard, formaður