Á tíðindafundi í morgun boðaði formaðurin í Konservativa flokkinum, Søren Pape Poulsen, frá, at hann ynskir at gerast næsti forsætisráðharrin í Danmark.
- Vit skulu ansa eftir Danmark, eftir okkara virðum og samleika. Hesum fari eg til val við, og tað geri eg sum forsætisráðharravalevni, soleiðis segði Søren Pape Poulsen á tíðindafundinum. Hann boðaði í morgun frá á sínum almenna Facebook-vanga, at hann hevði nøkur tíðindi, ið hann ynskti at deila við øllum Danmark.
Søren Pape Poulsen avdúkaði beinanvegin tey stóru tíðindini fyri tíðindafólkunum á staðnum, síðani fór hann í holt við at greiða frá hvørjar ætlanirnar hjá honum og Konservativa flokkinum eru, um hann fær neyðuga stuðulin til at gerast forsætisráðharri í Danmark til komandi val. Millum annað greiddi hann frá, at tað hevur stóran týdning at fáa breiðar semjur, tó vísti hann á, at hann ikki ynskti eina stjórn yvir miðjuna.
Boðini hjá leiðaranum í Konservativa flokkinum koma í kjalarvørrinum av, at tað væntandi verður útskriva fólkatingsval í næstum. Stuðulsflokkurin hjá stjórnini, Teir Radikalu, hevur í samband við lemjandi niðurstøðuna hjá minkkomissjónini í juli mánað, sett krav um, at val skal útskrivast í seinasta lagið tann 4. oktober, tá Fólkatingið eftir summarfrí kemur saman aftur.
Søren Pape Poulsen er tó ikki tann einasti á tí bláa vonginum, ið ynskir at loysa Mette Frederiksen av sum forsætisráðharri. Formaðurin í Vinstra, Jacob Ellemann-Jensen, stillar sjálvsagt eisini upp sum forsætisráðharravalevni.
- Fáa vit eitt borgaraligt Danmark, so fari eg at royna at sannføra eitt fleirtal av teimum borgarligu flokkunum um, at eg skal forsætisráðharri, og Jacob fer at gera tað sama, og so mugu vit síggja, hvørjum tað endar við, segði formaðurin í Konservativa flokkinum á tíðindafundinum. Hann hevur verið formaður í flokkinum síðani 2014. Í seinnu stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen var hann løgmálaráðharri. Haraftrat var hann borgarstjóri í Viborg frá 2010 fram til 2014.
Í nýggjastu veljarakanningini hjá Epinion fyri Danmarks Radio fær Konservativi flokkurin 11,5 prosent av atkvøðunum til komandi fólkatingsval. Til undanfarna fólkatingsval fekk flokkurin bert 6,6 prosent av atkvøðunum. Sambært veljarakanningini fær mótstøðumaður hansara á bláa vonginum, Jakob Ellemann-Jensen, 14,2 prosent av atkvøðunum.