Fyrrverandi tinglimurin fyri Dansk Folkeparti, Søren Espersen, boðaði mikudagin frá, at hann til komandi fólkatingsval stillar upp fyri nýstovnaða flokkin, Danmarksdemokraterne, sum fyrrverandi fólkatingslimurin og næstforkvinnan í Venstre, Inger Støjberg, stovnaði fyrr í ár.
Sambært Søren Espersen, so hevur hann tikið hesa avgerð, tí hann metir, at Danmarksdemokraterne, við Inger Støjberg á odda, kann taka ein hóp av atkvøðum frá danska Javnaðarflokkinum.
- Hetta vóru Dansk Folkparti dugnaligir til einaferð. Hetta er Inger nú. Hon talar til fólk á ein hátt, so at tey skilja tað. Hon er umhugsin, og hon er vinalig. Tað er ongin fjald dagsskrá, og tað dámar fólki væl, sigur Søren Espersen, sambært Danmark Radio.
Søren Espersen var í fleiri ár millum teir týdningarmiklastu politikararnar í Dansk Folkeparti, sum seinastu árini mestsum er minkaður niður í einki. Hann fór úr Dansk Folkeparti í juni mánað í ár.
Fyrr í vikuni boðaði Inger Støjberg frá, at hon ætlar at stilla upp í Norðurjútlandi til komandi fólkatingsval. Hetta merkir, at bæði Inger Støjberg, forkvinna í Danmarksdemokraterne, og Mette Frederiksen, danska forsætisráðfrúan, stilla upp í sama økið. Á henda kann Inger Støjberg taka mest møguligar atkvøður frá danska Javnaðarflokkinum yvir til tann bláa veingin til komandi val.