Søren Brostrøm: – Tú livir eitt vandamikið lív hendan veturin, um tú ikki ert koppsettur og vaksin

Málburðurin hjá stjóranum í danska Heilsustýrinum, Søren Brostrøm, var greiður til tíðindafundin, sum danska forsætisráðharrakvinnan hevði kallað inn til í kvøld. Eftir tíðindafundin vóru 11.000 fólk í kø at koppseta seg

Sigurjón Einarsson
8. november 2021 kl. 22:52

Stjórin í danska Heilsustýrinum, Søren Brostrøm, var avgjørdur í málinum, tá hann fekk orðið til tíðindafundin í kvøld, sum Mette Frederiksen hevði kallað inn til. Hann heitti á allar danir um at lata seg koppseta, nú smittutølini eru vaksandi aftur.

– Tú livir eitt vandamikið lív hendan veturin, um tú ikki ert koppsettur og vaksin. Latið tykkum koppseta. Delta er ikki fyri børn. Delta er heldur ikki fyri vaksin, segði stjórin í danska Heilsustýrinum á tíðindafundinum í kvøld um koronustøðuna í Danmark.

Hann greiddi frá, at hóast koppingarevni ikki eru 100 prosent virkin í samband við at bróta smittuketur, so eru tær framvegis ótrúliga virkin. Tað sæst aftur á teimum smittaðu, ið eru innløgd.

Eisini greiddi hann frá, at tað nú eru tveir bólkar av koronasjúklingum, sum eru innløgd. Tað eru tey ókoppsettu og so tey eldru yvir 50 ár, ið eru koppsett.

– Vit síggja næstan eingin koppsett fólk undir 50 ár á sjúkrahúsunum, segði Søren Brostrøm.

Og hendan greiða áheitanin sær út til at hava borið frukt millum danir.

Eftir tíðindafundin vóru næstan 11.000 danir í kø fyri at bíleggja sær tíð til koppseting.

Tað sæst aftur á heimasíðuni vacciner.dk, skrivar Ritzau.