Sopranstjørna framførir í Løkshøll

Hanne Marit Mordal Iversen framførir eina røð av sangperlum í Løkshøll sunnudagin 24. mars

Tíðindaskriv
20. mars 2024 kl. 16:30

Unga gávuríka sangstjørnan Hanne Marit Mordal Iversen, hevur bergtikið bæði áhoyrarar, ummælarar og dómsnevndir runt um í heiminum. Sunnudagin 24. mars fer hon á pallin í Løkshøll at framføra eina røð av sangperlum fyri sopran saman við norska klaverleikaranum Harald Ramm Haugland.

Iversen ættarbondini eru úr Kvívík men hon er uppvaksin í Molde í Norra. Hanne Marit byrjaði at spæla klaver sum barn, men tá ið hon fór á Toneheim Folkehøgskole skifti hon klaverið út við sang. Hon hevur síðani tikið eina bachelor útbúgving við NTNU í Tróndheimi, Hochschule für Musik und Theater í München og Norges Musikkhøgskole í Oslo. Í løtuni er hon í gongd við eina master, og er eisini fastur partur av elitukórinum Det Norske Solistkort, har hon syngur í kórinum og er solistur, tá ið navnframa kórið framførir á heimabana og runt um í Evropa.

Her heima hava vit notið gott at hennara framúr flottu sopranrødd á nýggjárskonsertini í 2023, tá ið hon framførdi ariuna "O zittre nicht" eftir Mozart saman við Føroya Symfoniorkestri og í verkinum "Dixit Dominus" eftir Händel. Um páskirnar verður hon eisini solistur, tá ið Brahms Requiem verður framført runt um í landinum.

Norski klaverleikarin og tónasmiðjurin Harald Ramm Haugland fer at hava klaverfylgispælið á konsertini í Løkshøll, og verður hann eisini at síggja á listanum yvir tónasmiðjir til okkurt av verkunum, ið tey bæði í Duo Trio fara at framføra. Á skránni verða eisini verk eftir m.a. Edvard Grieg og Jógvan Waagstein.

Konsertin verður sunnudagin 24. mars kl. 16.00 og varir ein tíma. Atgongumerki til konsertina eru at fáa á loksholl.fo og við dyrnar.