Sophie Løhde kemur á vitjan í Føroyum

Danska innanríkis- og heilsumálaráðfrúan, kemur á vitjan í komandi viku

Heilsumálaráðið
16. februar 2024 kl. 17:00

Sophie Løhde, danska innanríkis- og heilsumálaráðfrúan, kemur til Føroyar á vitjan í komandi viku.

Mánadagin fer Sophie Løhde at vitjan hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Vitjanin byrjar við einum fundi í Heilsumálaráðnum, har fleiri viðkomandi mál eru á skrá.

Eftir fundin í Heilsumálaráðnum verður skipað fyri rundvísing í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, og vitjað verður í framleiðsluni hjá Apoteksverkinum.

Í sambandi við vitjanina í Føroyum fer Sophie Løhde eisini at vitja Ríkisumboðið.