Sonur Superman kemur út sum tvíkyndur í nýggjari teknirøð

Clark Kent og Lois Lane hava ein son, ið eitur Jon Kent. DC Comics upplýsir, at sonur Superman kemur út sum tvíkyndur í nýggjari teknirøð

Sigurjón Einarsson
12. oktober 2021 kl. 10:48

– Er tað ein fuglur? Er tað eitt flogfar? Nei, tað er tann fyrsti tvíkyndi Superman.

Amerikanska teknirøðforlagið DC Comics upplýsti í gjár, mánadagin, at tann nýggi Superman, ið er sonur Clark Kent og Lois Lane, fer í eitt ástarsamband við ein mann.

Uppruna Supermann fall í sínari tíð fyri einum journalisti. Nú ger sonur hansara tað sama. Men hesa ferð er tann ein maður, ið hann gerst góður við.

Jon Kent og journalisturin Jay Nakamura eru longu vinmenn í eini søgu, sum var givin út í august í ár. Í komandi teknirøðini, ið kemur út í november, spyrst eitt ástarsamband burturúr millum hesar báðar, upplýsir forlagið, sum lýsir Jon Kent sum tvíkyndan.

Robin er eisini tvíkyndur

Seinastu tíðina eru fleiri kendar superhetjur komin úr skápinum. Hetta, tí teknirøðirnar ynskja at umboða og heiðra margfeldi og ymiskleika.

Í mars kunngjørdi Marvel Comics sín fyrsta samkynda Captain America.

Harafturat hevur Marvel Comics skriva inn í teknirøðina um Batman og Robin, at Robin kom út sum tvíkyndur nýggjastu teknirøðini um teir báðar, ið kom út í august í ár.

Tíðindini frá DC Comics, at sonur Superman er tvíkyndur, komu út mánadagin í samband við National Coming Out Day, ið stuðlar LGBT-fólki at koma út úr skápinum.