Sonur Muammar Gaddafi leyslatin

Saadi Gaddafi hevur sitið í fongsli síðan 2014, og hann slapp sær til rýmingar, so skjótt hann varð leyslatin

Steinar Patursson
6. september 2021 kl. 10:50

Eftir at hava sitið í fongsli síðan 2014, er Saadi Gaddafi leyslatin í fongsli.

Tað siga myndugleikar í Libya sambært The Guardian.

Saadi Gaddafi er sonur fyrrverandi leiðaran í Libya, Muammar Gaddafi, og hann var fongslaður, eftir at hann í 2014 flýggjaði úr Libya til Niger, har hann varð fangaður og útflýggjaður til Libya.

48 ára gamli Saadi Gaddafi var kendur fyri at liva í luksus, og tá hann var ungur var hann yrkisleikari í fótbólti. Millum annað spældi hann eitt stutt skifti í Italia fyri Perugia, har hann náddi at spæla ein dyst móti Juventus, áðrenn hann var sleptur, tí ein blóðroynd vísti, at hann hevði eitt bannað evni í kroppinum.

Saadi Gaddafi var í Libya ákærdur fyri morð, svik og hóttanir, men libyska løgmálaráðið gjørdi í 2018 greitt, at hann var ikki sekur í ákærunum.

Sambært Reuters fór Gaddafi umborð á eitt flogfar til Istanbul, so skjótt hann var leyslatin.

Muammar Gaddafi hevði sjey synir, men tríggir teirra lótu lív í stríðnum um Libya.