Sonur Joe Biden dømdur sekur í øllum ákærum
Tað var ein samdur nevningadómstólur, sum metti Hunter Biden sekan í øllum trimum ákærum viðvíkjandi einum vápnamáli.
Rúni Korsgaard
12. juni 2024 kl. 20:00
Hetta veit Reuters at fráboða.
Ákærurnar snúgva seg um, at tann 54 ára gamli Hunter Biden skal eftir øllum at døma hava logið fyri amerikonsku myndugleikunum og havt skotvápn í varðveitslu uttan neyðugt loyvi.
Hunter Biden kann sambært CNN revsast við upp til 25 ára fongsul og eini bót á í mesta lagi 750.000 $. Sannlíkindini fyri at hann fær tann strangasta dómin eru tó lítil, verður mett.
Hunter Biden noktar seg sekan í øllum ákærunum.