Landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, sum farna kappingarár spældi við B36, hevur skrivað undir sáttmála við 07 Vestur.
Hesum boðar 07 Vestur frá á Facebook í kvøld:
Sonni Ragnar kemur heim
Í kvøld eydnaðist endiliga at fáa undirskriftina, sum vit hava bíða so leingi eftir, frá miðvinginum. Sonni Ragnar Nattestad hevur undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. Síðan hann seinast spældi fyri okkum, er nógv vatn runnið í ánna.
Sonni Ragnar er ein miðverji við nøkrum fantastiskum eginleikum og royndum, sum heilt sikkurt fara at koma okkum til góðar.
Sonni Ragnar hevur spælt víða hvar. Tá ið hann fór frá okkum, byrjaði hann yrkisleiðina uttanlands við FC Midtjylland. Hetta var í 2013. Á yrkisleiðini hevur hann spælt við liðum sum AC Horsens, Aalesund, FC Fredericia og Vejle. Hann kom heim aftur til B36 í 2022, tá ið hann hevði spælt við Dundalk í Írlandi.
Føroyska landsliðið hevur eisini notið væl av hansara evnum. Sambært Faroesoccer hevur hann umboðað landsliðið 47 ferðir, umframt at hava umboðað U-landsliðini.
Vit gleðast um at fáa Sonna Ragnar heim aftur á Dungasand, og gleða okkum til mongu góðu løturnar saman komandi kappingarár.
Vælkomin heim, Sonni!