Sonni Ragnar aftur í B36

Landsliðsleikarin Sonni Ragnar Nattestad hevur aftur skrivað undir sáttmála við B36, sum manglar fólk í verjuni í løtuni.

Katrin Erlendsdóttir
13. mars 2022 kl. 10:02

Eftir at hava verið í Írlandi farna kappingarár hevur Sonni Ragnar Nattestad vant við B36 seinastu tíðina, og nú er enn einaferð sáttmáli undirskrivaður millum landsliðsleikaran og árstalsfelagið í Havn.

Sonni Ragnar Nattestad kom til B36 í januar 2020 og er tí ikki ókendur í felagnum. Tá hevði hann roynt seg uttanlands í fleiri ár. Í fjør fór Sonni Ragnar Nattestad til Dundalk í Írlandi at spæla, har hann spældi 15 dystir, til hann fekk sáttmála í Noregi, ið einki spurdist burtur úr kortini.

Ætlanir hansara eru sum skilst aftur at fara av landinum at spæla, men fyribils verður hann so í B36, sum manglar fólk í verjupartinum í løtuni, og tað er júst har, Sonni Ragnar Nattestad kann traðka til. Hann var við B36, tá teir í gjárkvøldið taptu 1-0 móti meistarunum í Klaksvík.