Sonne Smith: Trupulleikin byrjar í barnagarðinum

Fríggjadagin 22. februar verður skeið í føroyskum. Undirvísari er Sonne Smith

Turið Justinussen
19. februar 2019 kl. 09:30

Fríggjadagin 22. februar verður skeið í føroyskum. Undirvísari er Sonne Smith, sum avgjørt heldur, at tørvur er á at lyfta støðið í føroyskum málburði

Skeiðið er viðkomandi fyri øll, ið dagliga samskifta á føroyskum. Sambært Sonna Smith, sum í fleiri ár hevur týtt, rættlisið, útgivið og ráðgivið í føroyskum, er tað nevniliga stórur tørvur á at lyfta tann almenna føroyska málburðin upp á eitt hægri stig.

- Fólk duga ikki at benda og brúka fyrisetingar longur. Til dømis verða føroysk nøvn sum Bárður, Malan, Bergur og Teitur ikki bend longur, sigur hann í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Hetta er ein trupulleiki, sum longu byrjar í barnagarðinum. Børnini siga til dømis “mín pápi” ístaðin fyri at siga “pápi mín”. Ella “ring til mína mammu” ístaðin fyri “ring til mammu mína” ella bara “til mammu”. Børnini sita eisini so nógv við skermin, at tey rópa gult “yellow” og ein túr í hagan “picnic”. Tað ger ikki støðuna betur, at so nógvar danismur og onnur fremmandaorð sníkja seg inn í vanliga gerandismálið, og her er tað ábyrgdin hjá námsfrøðingum at læra børnini at tosa rætt. Sambært Sonna Smith er hetta týdningarmikið, tí tá børnini koma í skúla og víðari á miðnám, verða krøv sett til teirra málsligu førleikar.

- Summi fara seinni at arbeiða í blað- og tíðindavinnuni, og eins og hjá einum málara, ið hevur penslar og máling sum amboð, er málið amboðið hjá einum tíðindafólki.

Hóast námsfrøðingar eftir hansara tykki ikki eru nóg stinnir í føroyskum, heldur Sonne Smith, at atvoldin og upprunin til trupulleikan fyrst og fremst er, at fólk ikki eru tilvitaði um at nýta góðan og rættan málburð, og tað er júst hetta, vit skulu leggja okkum eftir at vera.

- Summi halda kanska, at tað tey siga er rætt, tí tey vita ikki betur, og eingin nakrantíð hevur rættað tey. Og ger mann vart við skeivan málburð, verður mann kanska kallaður eitt knarr og grenj, sigur Sonne Smith, ið heldur tað vera spell, at fólk ikki eru meira tilvitaði um at nýta málið rætt og lítaleyst.

Hóast tann almenni málburðurin í føroyska samfelagnum ørkymlar Sonna Smith, er tað ikki hann sjálvur, ið hevur tikið stig til at halda skeiðið, sum longu nógv hava teknað seg til. Tað er fyritøkan, Sky, hjá Ingvør Skaalum og Kitty May Ellefsen.