Føroyska landsliðið er við at rigga av í Kekkia. Tvey flogfør hjá Atlantsflog eru í Kekkia. Føroyska ferðalagið riggar nú til at flúgva til hús aftur, og ætlanin er, at flogførini fara at lenda í Vágum klokkan 01.30 í nátt.
Føroyar taptu 1-0 í Kekkia, sum eitt korter undan leikloki umsetti brotsspark til mál. Dystargongdin minti ikki so lítið um hana í Póllandi 7. september. Ta ferðina var støðan málleysur javnleikur, inntil tað restaðu 17 minuttir. Tá bríkslaði dómarin fyri brotssparki, og so endaði tað við 2-0 heimasigri.
Umframt brotsspark á útivølli í heyst ímóti Póllandi og Kekkia, so hava Føroyar í ár fingið brotsspark ímóti sær 20. Juni í heimadystinum ímóti Albania og 24. mars í útidystinum ímóti Moldova. Ímóti Albania bjargaði Teitur Matras Gestsson brotssparkinum, tá ið støðan var 1-0 til Albania, sum vann 3-1. Ímóti Moldova bar brotssparkið í 87. minutti við sær 1-1, sum eisini varð úrslitið.
Í kvøld varð Klæmint A. Olsen skiftur inn, tá ið tað restaðu seks minuttir. Hetta var 60. ferðin, at Klæmint A. Olsen var á landsliðnum. Hann er 13. spælarin, sum røkkur 60 landsdystum.
Í kvøld var Jóan Símun Edmundsson fyri 83. ferð á landsliðnum. Hann hevur nú umboðað føðilandið eins ofta og Óli Johannesen.
Í kvøld var Viljormur Davidsen á landsliðnum fyri 72. ferð, og harvið hevur hann spælt eins nógvar landsdystir sum Hallur Hansson.
Í kvøld var Sølvi Vatnhamar fyri 70. ferð á landsliðnum, og harvið hevur hann spælt eins nógvar landsdystir sum Gunnar Nielsen.
Spælarar sum á fótbóltslandsliðnum hava spælt í minsta lagi 60 ferðir
Fróði Benjaminsen | 95 |
Óli Johannesen | 83 |
Jóan Símun Edmundsson | 83 |
Jákup Mikkelsen | 73 |
Hallur Hansson | 72 |
Viljormur Davidsen | 72 |
Gunnar Nielsen | 70 |
Sølvi Vatnhamar | 70 |
Jens Martin Knudsen | 65 |
Gilli Rólantsson Sørensen | 65 |
Julian Johnsson | 62 |
Jákup á Borg | 61 |
Klæmint A. Olsen | 60 |
kelda: faroesoccer.com