Sølvi og Gunnar ætlaðu sær meira
Sunnumorgunin vóru føroysku landsliðsspælararnir aftur á venjingarvøllinum eftir málleysa javnleikin móti Gibraltar. Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Sølva Vatnhamar og Gunnar Nielsen
Sigurjón Einarsson
27. mars 2022 kl. 22:57
Eftir 0-0 javnleik móti Gibraltar seinnapartin leygardagin, hava Håkan Ericson og hansara menn nú sett kikaran á Liktinstein, sum er seinna mótstøðuliðið á venjingarleguni í suðurspania.
Sunnumorgunin vandi landsliðið á venjingarvøllinum í La Quinta, og beint eftir middag varð kósin sett ímóti Pinatar, ein busstúrur, ið tók meir enn fimm tímar, har dysturin móti Liktinstein verður spældur.
Aftaná venjingina fekk FSF-Varpið orðið á Sølva Vatnhamar og Gunnar Nielsen.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo