Víkingur fótaði sær av álvara í kvøld. Eftir óvæntað og stórt 3-0 heimatap ímóti B36 í fyrsta umfari, vann Víkingur í kvøld 7-0 í Sarpugerði ímóti TB.
Seks ymiskir spælarar skoraðu málini. Einasti maður, sum skoraði tvær ferðir, var Sølvi Vatnhamar, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti hol á, og sum 10 minuttir eftir steðgin økti til 4-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
Í fjør var Sølvi Vatnhamar toppskjútti við 20 málum. Fýra av teimum vóru skorað við brotsspørkum.
-Tað gekk væl við málskjótingini í fjør, og eg havi sjálvandi einki ímóti tí, um tað fer at roynast eins væl í ár. Í fyrsta umfari avrikaðu vit vánaliga ímóti B36. Ímóti TB var tað munandi frægari. Teir høvdu vindin undan í fyrra hálvleiki, tá ið teir lógu aftarlaga og gyppaðu fram til fremsta mannin. Í seinna hálvleiki bar tað ikki til hjá teimum ímóti vindinum at halda fram í sama lagi, og sum tíðin gekk, var tað munandi lættari hjá okkum at spæla okkum til møguleikar.
Í fjør skoraði Sølvi Vatnhamar fyri fyrstu ferð í fjórða landskappingardystinum.
Poul Ingason hjá TB var vónbrotin eftir stóra tapið, men hann ásannaði samstundis, at ímóti fyrst KÍ og so Víkingi á útivølli eru ikki dystirnir, sum teir høvdu roknað við stórari úrtøku.
-Tað eru seks landskappingardystir á skránni í hesum mánaðinum, og nú kemur tað væl við, at vit tríggjar tær næstu ferðirnar eiga heimavøll. Í dag skiftu vit tveir úr í steðginum, og síðani spældu fleiri í plássum, sum teir ikki eru vanir at spæla í, og tað riggaði ikki væl, segði Poul Ingason hjá TB.
Páskaaftan, sum er leygardagin um eina viku, fær TB vitjan av HB, og tær næstu ferðirnar vera mótstøðuliðini í Trongisvági 07 Vestur og ÍF.
Næsti dystur hjá Víkingi verður páskaaftan á útivølli ímóti B68.
Víkingur – TB 7-0 (1-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
2-0: Arnbjørn Svensson
3-0: Martin Klein Joensen
4-0: Sølvi Vatnhamar br
5-0: Andreas Lava Olsen
6-0: Olaf Bárðarson
7-0: Finnur Justinussen
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Ingi Jonhardsson, Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Olaf Várðarson – Sølvi Vatnhamar – Martin Klein Joensen
TB: Anders Hoff – Chris Jastrzembski, Poul Ingason, Musah Armah, Ragnar Joensen – Samudeen Musah, Salmundur Bech, Markus Thorberg, John Villi Wøldike, Jens Erik Bruhn – Simeon Petrov