Víkingur fyrireikar seg av álvara til nýggja árið, tá ið setningurin verður at lyfta seg eitt pláss fram á støðutalvuni og harvið at vinna FM.
Seinastu dagarnar hevur felagið kunngjørt, at sáttmálar eru undirskrivaðir við Géza Dávid Turi og Olaf Bárðarson og í dag er søgan, at Víkingur og Sølvi Vatnhamar hava skrivað undir sáttmála, sum fevnir um tvey tey næstu árini.
Tað vil siga, at Sølvi Vatnhamar, sum 5. mai fylti 37 ár, í hvussu so er fer at spæla við Víkingi í 2024 og 2025.
Tvey tey seinastu árini hevur Sølvi Vatnhamar verið toppskjútti í Betri deildini. Í ár var hann einsamallur á máltindinum við 21 málum, og í fjør var hann einsamallur á máltindinum við 20 málum.
Hóast fótbóltsárið heima á landi var liðugt næstsíðsta sunnudag, tá ið Sølvi við ársins síðsta sparki skoraði 2-1 sigursmálið í Klaksvík, tá ið Víkingur vann 13. sigurin í landskappingini á rað, so er fótbóltsárið ikki liðugt hjá Sølva. Hann fer í næstu viku av landinum við landsliðnum, sum hósdagin 16. november fer at spæla vinardyst í Norra, og mánadagin 20. november fer at spæla EM undankappingardyst í Albania.
Sambært faroesoccer.com hevur Sølvi Vatnhamar, sum fyrr í vikuni varð kosin at vera besti spælarin í oktober, spælt í bestu deildini síðani í 2008, sum var fyrsta árið hjá Víkingi. Sølvi hevur spælt 382 landskappingardystir og skorað 137 mál. Hann hevur spælt 56 dystir í steypakappingini og skorað 18 mál, ein dyst fyri at sleppa undan niðurflyting, fýra stórsteypadystir sum hann hevur skorað fýra mál í, og hann hevur spælt 30 dystir í europeisku kappingunum og skorað seks mál.
Samantalt hevur hann fyri Víkingi spælt 473 dystir og skorað 163 mál.
Sølvi Vatnhamar hevur spælt 70 landsdystir og skorað tvey mál.
Samlaða dystartalið á hægsta stigi er higartil 543 dystir og 165 mál.