Tað er dýrdarveður í Gøtu, har tað verður riggað til stórdystin, sum verður nú klokkan 17, tá ið Víkingur fær vitjan av KÍ.
Undan dystinum ímóti EB/Streymi leygardagin fekk Atli Gregersen handaðan heiðurin fyri at vera kosin besti spælari í føroysku kappingini í august.
Atli Gregersen er verjuálit og liðformaður hjá Víkingi. Framrættaði veteranurin, sum aftur og aftur er málskjútti og er fastur brotssparksskjútti, er Sølvi Vatnhamar.
Hann fegnast um, at Atli Gregersen at enda varð heiðraður fyri síni avrik.
-Tað eru ofta teir, sum skora mál, ið fáa sovornar heiðrar. Í Víkingi ivast vit ikki í týdninginum, sum Atli hevur fyri okkum. Hann er úrmælingur, sum fyri langari tíð síðani átti at havt fingið herðaklapp fyri síni avrik. Hann stýrir liðnum, og hann er nógv betri fótbóltsspælari, enn so nógv geva sær far um. Hann dugir væl at lesa spælið, hann hevur góðan bóltførleika, og so dugir hann óvanliga væl at síggja, hvar hann skal leggja bóltin, og tað megnar hann við sera stórum neyvleika. Um hann nú hevði verið ungur spælari, so rokni eg við, at hann hevði verið miðvallari, sigur Sølvi Vatnhamar um liðfelagan.
Sølvi Vatnhamar og liðfelagarnir fara at leggja nógv fyri at vinna í kvøld:
-Tað hevði komið væl við, um vit við sigri styrkti um okkara lut í FM kappingini. Vit eru væl samanspældir og halda okkum vera nóg góðar at vinna ímóti KÍ, men vit hava stóra virðing fyri tí, sum KÍ hevur avrikað og aftur avrikar, nú tá ið teir hava tveir góðar spælarar á hvørjum plássi, sigur Sølvi Vatnhamar.
Meðan Sølvi lyftir liðformannin Atla Gregersen upp og vísir á, hvussu stóran týdning hann hevur fyri liðið, so heldur hann samstundis, at hansara leiklutur ikki er so stórur, sum hann kanska hevur verið:
-Liðið hevur verið í sera stórari menning. Ungu dreingirnir bera seg at sum menn á vøllinum, og tað ber aftur við sær, at tað ikki hvílir so nógv á mær, sum tað kanska onkuntið plagdi at gera. Tað er positivt, og eg fegnist saman við øllum í Víkingi um góðu gongdina, sigur Sølvi Vatnhamar.
Higartil í ár hevur Sølvi Vatnhamar spælt 18 landskappingardystir og skorað átta mál. Hann hevði møguleika at skora í 1-0 heimasigrinum ímóti EB/Streymi, men tá misnýtti hann brotsspark.
Víkingur – KÍ: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.00.