Sølvi Vatnhamar verður í Kekkia í kvøld fyri 70. ferð á føroyska fótbóltslandsliðnum. Undan honum hava sjey føroyskir spælarar umboðað føðilandið fleiri enn 70 ferðir.
37 ára gamli Sølvi Vatnhamar úr Víkingi var fyrstu ferð á landsliðnum í 2013. Tað var í vinardysti suðuri á Malta 19. november. Malta vann 3-2, og Sølvi varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Hann avloysti Klæmint A. Olsen.
Merkisvert er tað, at Sølvi Vatnhamar var 27 ára gamal, tá ið hann fyrstu ferð var á landsliðnum. Hann hevði tá verið burturi í útbúgvingarørindum í nøkur ár.
Síðani hevur Sølvi Vatnhamar verið fastur fúsur á liðnum, og hann hevur skorað tvey mál.
Landsliðsvenjarar hesi 10 árini, sum Sølvi Vatnhamar hevur verið á landsliðnum, hava verið Lars Olsen og Håkan Ericson.
Spælarar ið hava umboðað Føroyar fleiri enn 70 ferðir á fótbóltslandsliðnum:
Fróði Benjaminsen | 95 |
Óli Johannesen | 83 |
Jóan Símun Edmundsson | 82 |
Jákup Mikkelsen | 73 |
Hallur Hansson | 72 |
Viljormur Davidsen | 71 |
Gunnar Nielsen | 70 |