Sølvi er aftur ársins spælari
Toppskjúttin og miðvallarin í Víkingi ásannar, at hann ikki hevði roknað við aftur í ár at verða kosin ársins spælari
Jóannes Hansen
7. desember 2023 kl. 23:29
Tað var Sølvi Vatnhamar, sum á fótbóltsgallanum í kvøld varð kosin at vera ársins fótbóltsspælari. Hann var toppskjútti og ársins spælari í fjør. Í ár var hann toppskjútti, og nú er hann kosin at vera ársins fótbóltsspælari annað árið á rað.
-Hetta hevði eg ikki roknað við. KÍ hevur avrikað so framúr væl í Europa í ár og vunnið FM heitið sannførandi, so eg hevði roknað við, at hesin heiðurin fór til Klaksvíkar, sigur Sølvi Vatnhamar og takkar fyri stóra heiðurin.