Andrias Hansen er settur sum nýggjur leiðari á sjálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti. Tað er ein stovnur fyri fólk við sálarligum trupulleikum.
Hann tekur við eftir Rasmus Patursson, sum nú leggur frá sær vegna aldur, eftir at hava verið leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1.apríl 1985.
Andrias hevur drúgvar royndir á psykiatriska økinum. Í heili 20 ár hevur hann starvast á økinum. Hann hevur starvast bæði á stongdari og opnari deild, í sosialpsykiatriini og nú seinastu árini í Fountainhúsinum.
Eisini hevur Andrias starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann hann kom heim aftur til Føroya í 2009 og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.
Andrias er ergoterapeutur og hevur leiðsluroyndir á ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum.
Hann er 50 ára gamal og hann byrjar í starvinum 1. oktobur.