Tað vóru gomul ráð frá Ole Gunnar Solskjær, sum vóru orsøk til, at Magne Hoseth síðsta fríggjakvøld ikki skifti fleiri enn fimm spælarar á KÍ liðnum, tá ið sammett verður við liðið, sum fyri einari viku síðani spældi á heimavølli ímóti Molde.
Norskir fjølmiðlar spurdu á tíðinafundinum í gjár, hvussu tað bar til, at eitt nú Árni Frederiksberg og Vegard Forren vóru millum teir fyrstu ellivu fríggjakvøldið, tá ið KÍ tapti 2-1 í Gøtu.
-Ole Gunnar Solskjær segði, at tað ber ikki til at halda saman upp á liðið, um tað verða skiftir fleiri enn fimm spælarar út, og tað mól í høvdinum, tá ið vit gjørdu av, hvørjir skuldu vera á vøllinum frá fyrsta bríksli í Gøtu, svaraði Magne Hoseth.
Ole Gunnar Solskjær var í síni tíð í tveimum umførum venjari í Molde. Fyrra umfarið var frá 2010 til 2014, og tá var Magne Hoseth millum spælararnar.
-Eg havi ikki sæð hann í nógv ár, men tað, sum hann tá segði, hevur av álvara sett seg í minnið hjá mær. Eg royni at taka lærdóm við mær frá øllum teimum venjarunum, sum eg havi havt sjálvur, sigur Magne Hoseth.
Seinna umfarið hjá Ole Gunnar Solskjær í Molde var frá 2015 og tey næstu trý árini, inntil hann í desember í 2018 varð settur í starv sum venjari hjá Manchester United.