Solskjær: Eitt mistak at heinta Ronaldo

Á sumri 2021 varð Ronaldo heintaður til Manchester United frammanfyri nøsini á grannanum, Manchester City

Ragnar Sjúrðarson
22. september 2023 kl. 16:50

Fyrrverandi Manchester United venjarin Ole Gunnar Solskjær, gjørdi fyri stuttum eina samrøðu við The Athletic um sína tíð í Manchester United.

Í samrøðuni nemur hann við eina av teimum mest umtalaðu avgerðunum undir hansara leiðslu - avgerðin at heinta fótbóltsikoni Cristiano Ronaldo heim til Old Trafford.

Á sumri 2021 varð Ronaldo heintaður til Manchester United frammanfyri nøsini á grannanum, Manchester City.

Solskjær greiðir í samrøðuni frá, at tað var ein trupul avgerð. Hann kendi á sær, at United mátti taka kjansin við stóru stjørnuni. Tað vísti seg tó skjótt, at uppihaldi ikki bleiv ein stór succes.

Sambært fyrrverandi venjaranum kendist tað rætt, tá sáttmálin varð undirskrivaður, og tað kendist heilt rætt fyri fjeppararnar til fyrsta dystin móti Newcastle, tá Ronaldo bleiv tvífaldaður málskjútti.

Hóast góðu byrjanina, gekk tað skjótt niður at bakka fyri felagið og Ronaldo. Við uppgerðum móti sterkum feløgum sum Manchester City, Liverpool, Tottenham, Leicester, Chelsea og Arsenal, saman við Champions League dystum, bleiv tað eitt avbjóðandi tíðarskeið fyri felagið.

Tíðin hjá Solskjær í Manchester United endaði við einum 1-4 tapi fyri Watford.

Hann minnist aftur á lagnudystin, tá hann ikki kundi fáa eyga á, at leikararnir runnu fyri hvønn annan. Hann segði leikarunum í hálvleikinum, at hetta nokk var seinastu ferð, at teir  arbeiddu saman.

Hetta vísti seg at vera rætt, tí dagin eftir bleiv Solskjær kallaður á fund við næstformann felagsins, Ed Woodward, og fekk sekkin.