Í næstu viku verða seinastu sýningarnar av SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen, sum hevði frumsýning á Tjóðpallinum 17. februar. Leikurin hevur fingið serstakliga góða móttøku av áskoðarum og ummælarum og verður millum annað róstur fyri framførsluna hjá Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Beintu Clothier og Allan Dalsgarð, tekstin hjá Peter Asmussen, týðingina hjá Hans Tórgarð og leikstjórnina hjá Christoffer Berdal.
SOLI DEO GLORIA er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.
Kinna Poulsen skrivar í sínum ummæli: “Tað var stuttligt og einaferð haldi eg, at hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur og tað eri eg sera fegin um aftaná hendan leikin, sum í øllum sínum dapra meiningsloysi er sera lívsjáttandi. Vit eru til her og nú. Tað er tað einasta, sum hevur týdning.”
Jákup Bogi Joensen skrivar m.a. soleiðis Í sínum ummæli: “Leikurin er eitt kensluligt gosfjall. Ein eksistentiellur rutsjubani, har kenslurnar sveiggja frá rúsandi lukkukensluni til melankolskt dapurskygni og vónloysi. Frá tí mest inniliga og eyma kærleikanum til ráan beiskleika og hatur. Og alt har ímillum. Stríðandi mótsetningar og ymisk brigdi, sum lýsa víddirnar í menniskjanum og spennið í kærleikanum.”
Í útvarpssendingini Nón í Kringvarpinum gav Heiðrik av Heygum leikinum 5 av 6 stjørnum. Heiðrik var serliga hugtikin av leikarunum, leikstjórnini, føroyska málinum og samanspælinum millum tað álvarsama og tað tragikomiska.
Aðrir áskoðarar hava eisini sagt sína hugsan um upplivingina, m.a.: "Søgurnar vóru so ótrúðliga væl og livandi fortaldar. Tær settu seg í kroppin og eg haldi ongantíð, at eg havi verið til ein leik, sum hevur fylgt mær so leingi aftaná - hann fer ikki frá mær aftur - hann hevur ruskað í meg”
Spælt verður hetta vikuskiftið og seinastu sýningarnar verða týsdagin 6/2, mikudagin 7/2 og hósdagin 8/2. Longu 11. mars verður pallurin tikin niður, tá næsti leikur skal setast upp á Tjóðpallinum.
Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.
LEIKRIT: Peter Asmussen
LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal (DK)
PALLMYND OG BÚNAR: Turpin N. Djurhuus
LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus
TÓNLEIKUR: Sakaris
LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð
TÝÐING: Hans Tórgarð
Atgongumerki kunnu keypast her.