Soleiðis vóru atkvøðurnar býttar millum finalistarar í X-Factor

Mads Moldt vann bæði fyrsta og annað umfar av sangkappingini X-Factor við meira enn helvtina av atkvøðunum.

Marjun Manuela Behrens
9. apríl 2022 kl. 14:00

Vinnarin av X-Factor, Mads Moldt, var sannførandi til finaluna í gjár. Tað vísa tøl frá atkvøðugreiðsluni, sum Tv2 hevur almannakunngjørt.

Fyrst valdu hyggjararnir millum tríggjar finalistar; Mads Moldt og føroysku Tinu Mellemgaard og Kára Fossdalsá. Mads Moldt fekk yvir helmingin av atkvøðunum í fyrsta umfarið, 51,3%. Kári og Tina deildu hin helmingin millum sín. Kári fekk 28,9% og Tina 19,9% av atkvøðunum.

Mads Moldt vann sannførandi við 10% fleiri atkvøðum

Eftir tað bleiv atkvøðugreiðslan tómstillað, altso tað bleiv gjørt soleiðis, at hyggjarin skuldi atkvøða av nýggjum. Mads Moldt og Kári Fossdalsá skuldu síðani syngja enn einaferð - hesuferð ein sang, sum teir sjálvir høvdu skrivað saman við útvaldum framleiðarum.  Eftir at teir høvdu sungið eina ferð aftrat var úrslitið týðiligt. Mads Moldt fekk 59,9% av atkvøðunum, meðan Kári fekk 40,1% av atkvøðunum.

Yvir ein hálv millión av dønum hyggja at X-Factor

Dorte Borregaard, undirhaldsredaktør hjá Tv2, sigur, at Mads hevur skarað framúr gjøgnum alla kappingina og hevur nógv "X-Factor".

- Hann hevur allan pakkan. Hann er eitt fantastiskt talent. Mads hevur tikið dómararnar og hyggjararnar av bóli, og tískil er tað ein sera væl uppiborin vinnari, sigur Dorthe Borregaard.  

Tað er ikki greitt, hvussu nógvir føroyingar hyggja at X-Factor. Tó er greitt, at áleið 647.000 danir hyggja at X-Factor. Hetta talið var væl lægri, enn tað hevur verið onnur ár. Eitt nú hugdu yvir ein millión at X-factor í fjør.

Kelda Tv2.dk og BT.dk