Tað gerst alsamt vanligari, at føroyingar verða útsettir fyri phishing.
Sum nakað nýtt eru fleiri phishing álop skrivað á føroyskum, sum ger tað torførari at síggja, um talan er um svik.
Phishing er, tá óndsinnaði fólk royna at lokka teg til at geva teimum upplýsingar, sum kunnu misnýtast. Vanliga fara tey eftir upplýsingum, sum á onkran hátt kunnu geva teimum fíggjarligan vinning.
Upplýsingar tey vanliga fara eftir eru t.d. brúkaranøvn og loyniorð, bankaupplýsingar og gjaldskortupplýsingar.
Boðini koma ofta við einum telduposti ella við einum SMS-boði, og aloftast sýnast fyrstu boðini ”óskyldig”.
Men nú er Elektron komið við sjey góðum ráðum fyri at verja seg ímóti phishing.
GÓÐU RÁÐINI HJÁ ELEKTRON :
Kanna avsendaran: Hygg altíð eftir avsendaranum. Sær tpostaddr. røtt út? Plagar tú at fáa tpost frá avsendaranum? Kennir tú telefonummarið? Tú kanst altíð ringja til viðkomandi fyri at tryggja tær, at avsendarin er tann, viðkomandi sær út til at vera.
Kanna leinki og viðfest skjøl í tpostinum: Tá tú lesur tpostin ella sms-boðið, vil avsendarin allarhelst hava teg at gera okkurt. Sær leinkið ella navnið á skjalinum løgið út? Trýst so ikki á tað.
Lat ongantíð trúnaðarupplýsingar frá tær: Loyniorð o.l. eiga ongantíð at verða latin til aðrar persónar.
Anti-virus forrit er tín innbygda trygd: Óansæð, um man er ein persónur ella eitt virki, eiga øll at hava eitt anti-virus forrit á telduni. Tryggja tær, at teldan hevur eitt virkið og dagført antivirus forrit.
Ivast tú? So er einki at ivast í. Einki er so átrokandi, at tað ikki kann bíða, til tú fært tryggjað tær, at tú samskiftir við rætta persón.
Tvey-faktor: Tendra tvey-faktor authentikering, har tú hevur møguleika fyri tí.
og nr. 7?Skal man hyggja eftir stavivillum? Ja og nei. Vitlíkið dugir betur og betur føroyskt, og tí hava vit ikki longur ta somu innbygdu verjuna í okkara máli. Tí eru síðstu ráðini, at man skal vera varin við at líta ov nógv á ein vælskrivaðan føroyskan tekst.