Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Vikuskiftið bjóðar ælaveður, nakað av vindi, men eisini onkrar góðar løtur

Eyðun Klakstein
26. september 2024 kl. 16:20

Føroyska Veðurstovan sigur í forsøgn, at roknast kann við ælaveðri um vikuskiftið. 

Frægasta løtan verður helst leygarkvøldið.

Soleiðis er forsøgnin:

Hósdagur

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 3 til 8 stig.

Fríggjadagur

Frískt lot til frískan vind norðan og av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og stundum okkurt ælið. Hitin 2 til 6 stig.

Leygardagur

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 7 stig.

Sunnudagur

Frískt lot upp í strúk millum landsynning og útsynning, 5 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin 6 til 11 stig, um náttina niður í 2 til 7 stig.