Summarið er í hondum og tað merkir, at nú byrjar kappróðurin aftur.
Tann fyrsta stevnan er Norðoyastevnan og hon verður næsta næsta vikuskiftið 3. juni - og 4. juni.
Sum vanligt verður kappróðurin leygardagin og Róðrarsambandið sigur, at gott 90 manningar hava meldað til fyrsta róðurin. Tað eru nakrar manningar fleiri enn tað vóru á Norðoyastevnu í fjøt.
Størsti bólkurin er barnaróður gentur, sum aftur í ár mugu rógva innleiðandi róðrar, har 10 tær bestu rógva finalu.
Í ár verður kappróðurin skipaður eitt sindur øðrvísi enn undan farin ár. tað merkir, at tey, sum fyrireika stevnurnar, og umboð fyri Róðrarsambandið, hava fingið størri ábyrgd í sambandi við trygdina, tá ið kappróður verður fyriskipaður og avgreiddur.
FM-róðrarnir í ár verða soleiðis:
– 3. juni norðoyastevna í Klaksvík
– 17. juni sundalagsstevna í Hósvík
– 24. juni Jóansøka á Tvøroyri
– 1. juli varmakelda í Fuglafirði
– 8. juli fjarðastevna á Skála
– 15. juli vestanstevna í Miðvági
– 28. juli Ólavsøka í Tórshavn.
Róðrarsambandið sigur, at upprunaliga skuldi Fjarðastevnan verða á Strondum, men hon er flutt inn á Skála av serligum orsøkum.