Umleið 60 gestir fara at luttaka í hátíðarhaldinum í Christiansborg Slotskirke, tá Henrik prinsur verður kórsettur fyrrapartin í morgin.
Umframt kongafamiljan, verða umboð úr fronsku familjuni hjá prinsinum, umboð úr danska statinum, og umboð úr hovinum til staðar. Tað boðar kongshúsið frá sambært TV2. Hvørjir gestirnir eru er ikki almannakunngjørt. Tó hava fólkatingsformaðurin, Pia Kjærsgaard og danski forsettisráðharrin Lars Løkke Rasmussen boðað frá, at tey eru boðin við.
Henrik prinsur andaðist á Fredensborg slotti týsdagin 13. februar klokkan 23.18 danska tíð, meðan hann svav.
Dagin eftir boðaði kongshúsið frá, at prinsurin skuldi kórsetast týsdagin 20. februar, og at hátíðarhald fór at vera fyri nærmastu familjuni og nøkrum fáum gestum afturat.
Tíðarætlanin fyri hátíðarhaldið er eisini almannakunngjørd, og kórsetingin verður soleiðis:
10.30: Gestirnir koma til Christianborg Slotskirke.
10.43: Kongafamiljan kemur til Christiansborg Slotskirke.
11.00: Kirkjuliga hátíðarhaldið byrjar.
11.45: Kirkjuliga hátíðarhaldið endar. Kongafamiljan fer úr slotskirkjuni. Hereftir verður ein privat samkoma á Amalienborg.
12.00: Gestirnir fara úr Christiansborg Slotskirke.
Undir hátíðarhaldinum sita kongafamiljan og aðrir gestir á hvør sínari síðu av kirkjuni.
Dreingjakórið í Keypmannahavn fer at syngja í kirkjuni.
Aftaná verður kistan hjá prinsinum borin út av kirkjuni og koyrd í ein líkvogn, ið koyrir avstað. Øll fløgg fara á heila stong.
Fríggjadagin varð kistan hjá prinsinum borin inn á Christiansborg Slotskirke av 10 heryvirmonnum úr kongaligu lívverjudeildini. Teir somu heryvirmennirnir bera kistuna út og koyra aftaná líkvogninum fyri at bera kistuna heilt til endan.
14.000 hava vitjað prinsin
Leygardag og sunnudag hevur Henrik prinsur ligið á Castrum Doloris í slotskirkjuni (smertens leje), har almenningurin hevur havt møguleika at koma framvið og síggja afturlatnu kistuna. Almenningurin hevur eisini møguleika at síggja kistuna í dag frá klokkan 15 til 19 danska tíð. Umleið 14.000 fólk hava verið og hugt eftir kistuni fyrstu tveir dagarnar.
200 gestir til minningarhald
Í dag var minningarhald fyri uml. 200 gestum. Vinir og kenningar hjá prinsinum og Margrethu drotning vóru við, umframt umboð fyri nógvu protektiónunum hjá prinsinum, m.a. dreingjakórið í Keypmannahavn og Dansk Kennelklub.
Nú mugu hini taka seg saman og halda sær á lívi, segði Erik Brandt, ein rørdur vinmaður hjá Henrik prinsi, við DR aftaná hátíðarhaldið.