Soleiðis skal seyður skjótast fyri at hann skal doyggja við brestin

Tað eru nógv, sum bera seg skeivt at ímóti seyðinum í flettingini, sigur landbúnaðarráðgevari

Áki Bertholdsen
2. oktober 2023 kl. 13:40

Hetta er tíðin tá ið seyður í tíggju-tusundatali verður flettur. Í dag verður seyður skotin, tá ið hann verður flettur, men Gunnar Bjarnason, landbúnaðarráðgevari, sigur hann hevur lagt merki til, at tað eru nógv, sum bera seg skeivt at tá ið tey fletta. 

Tað er heilt vanligt, at seyður verður skotin í pannuna, men, men landbúnaðarráðgevarin sigur, at tað er skeivur máti.

Seyður skal skjótast í kríllin ella so tætt við kríllin, sum til ber. Tað merkir, at seyðurin skal aftan fyri hornini, og ikki í pannuna.

Hann sigur, at hetta er fyri at raka í heilan so at seyðurin doyr. Verður seyður skotin í pannuna, er tað heilt ofta, at skotið ikki rakar í heilan, men framman fyri heilan.

Tekningin niðan fyri vísir, hvussu seyðurin skal skjótast og tað er merkt við reyðum, hvussu heilin liggur.

Landbúnaðarráðgevarin sigur eisini, at eitt, sum hevur verið vanligt, tá ið seyður verður handfarin, er at taka í ullina á seyðinum, og at lyfta hann eftir ullina. 

Hann sigur, at hetta er ikki rætt at gera, tí seyðurin pínist. Seyður følir akkurát líka nógva pínu tá ið hann verður lyftur eftir ullini, sum fólk føla tá ið tey verða lyft eftir hárinum.  

– Ullin er ikki eitt hondtak, sum onkur á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur tikið til